Vit hava júst haft høvuðsjólamannin í horninum og hann boðar frá at teir leggja at á vestara armi í Klaksvík fríggjadagin kl. 18
Á veg til Klaksvíkar verður lagt at í Leirvík kl. 17.00.
Tá jólaskipið hevur lagt at í Klaksvík, fara jólamenninir niðan á pallin og har fer borgarstjórin at halda røðu. Ársins rósa verður handað.
Síðani fara jólamenninir at gartera í og øll børnini fáa jólapakka.



