Í morgin fær Klaksvík forkunnugua vitjan av hondbóltslandsliðnum, sum 9. januar skal til Týsklands til EM endaspæl.
Spenningurin kring hondbóltslandsliðið er stórur, nú bert fáir dagar eru eftir til liðið skal við flúgvarinum til Berlin.
Fyrireikingardystir verða móti Belgia fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar í Høllini á Hálsi, báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar fáast á atgongumerki.fo.
Í samband við fyrireikinginarnar til komandi EM-spæl, er eisini avgjørt, at landsliðsleikararnir koma ein tú til Klaksvíkar mikudagin.
Teir skulu millum annað vitja á Skúlatrøð uml. Kl. 9.30, og har fara teir at skriva autografar.
Eisini skulu teir vitja Kjølbro Heilsølu har teir fáa ein bita.
Skráin í Klaksvík:
9.20 – Á Skúlatrøð
10.30 – Venjing
12.30 – Eta á Kjølbro
13.30 – Sjónám
17.00 – Svimjihøllin
Dystirnir hjá landsliðnum eru annars hesir:
Týsdagin 9. jan. ferðast liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Hósdagin 11. jan kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. jan kl. 17.00 Pólland – Føroyar



