Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hornaskýlið í gerð til Champions League

Jákup Ósá

Tað gongur væl við at byggja hornaskýlið, sum er skýlið, sum bindur saman Bláa Skýlið og eystaru áskoðaraplássini. Vøllurin við Djúpumýrar hevur koyrt uppá undantaksloyvið, tí kravið er, at minst 1500 áskoðarar skulu kunna verða til dyst. Tá hornaskýlið verður liðugt, so verður pláss fyri áleið 1600 áskoðarum til altjóða dystir í Klaksvík. Tá talan er um slíkar útbyggingar, so fíggjar UEFA ofta ein part.

KÍ spælir eftir ætlan tveir teir fyrstu heimadystirnar í altjóða fótbólti í summar í Klaksvík um øll loyvir eru uppá pláss.