Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norskir miðlar: Magne Hoseth til Start er enn ein møguleiki

Jákup Ósá

Ítróttarstjórin í Start hevur fingið sekkin og venjarin er í samráðingum um fráfaringaravtalu.

Søgurnar um at Magne Hoseth møguliga fer til Start vilja ikki steðga enn.

Tað var stutt undan dystinum hjá KÍ móti Lille, at norska TV2 skrivaði, at Magne Hoseth kundi blíva venjari hjá Start. Men Magne avsannaði hesum.

Síðani er tað hent, sum TV2 eisini væntaði tá, at ítróttarstjórin í Start hevur fingið sekkin. Nú nærkast eisini til høvuðsvenjarin er søga, tí partarnir samráðast um eina fráfaringaravtalu.

Nettavisen skrivar, at Magne Hoseth er jaligur til at taka yvir og hann ynskir at fáa Daniel Berg hestad við sær sum hjálparvenjara eins og hann var hjá KÍ í 2023.

Norska TV2 skrivar, at tað hastar at fáa eina avgerð. Samrøðurnar millum Start og Magne Hoseth hava staðið stillar í longri tíð so leingi sum Start hevur havt ein venjara. Magne Hoseth hevur fyrireikað seg til eitt ár afturat í Føroyum.

– Eg havi onga viðmerking til tað (at Start-venjarin er í endasamráðingum um fráfaringaravtalu). Magne heldur seg til sáttmálan í KÍ og fer til Føroyar við allar síni familju sunnudagin, sigur Sverre Mauseth, umboðsmaður til TV2.

TV2 endar við at skriva, at í praksis mugu endasamráðingarnar um fráfaringaravtalu enda skjótt hjá Start, um tað skulu blíva minst møguligir trupulleikar av at keypa Magna Hoseth leysan frá KÍ.