Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tey riggaðu til nýggjárskvøld

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Norðlýsið var ein túr á Sandoynni í dag. Í kvøld skuldi farast undir nýggjárshaldið, ið bleiv útsett vegna veður gamlaárskvøld. Á havnaøkinum í Skopun vóru menn í ferð við at rigga eitt stórt nýggjársbál til við einum føroyskum báti ovast á bálinum. Sera nógv bilferðsla varð í oynni í dag. Við Sandsvatn royndu fleiri sílaveiðumenn úr Klaksvík og úr Havn fiskieydnuna. Tveir vit tosaðu við høvdu fingið ávikavist eitt síl og trý síl. Fiskilíkindini vóru av teim bestu, so lítið er at ivast í at dagurin fór at verða teimum blíður í dag.

Vit vóru eisini í Skálavík. Har var stúgvndi fult av fólki komið saman, ein heilur bindiklubbur úr Klaksvík og afturat teimum fleiri familjur higani. Men her var sera trongligt við parkeringsplássum, og pinn pakkað av fólki í restaurantini á Mølini, so vit valdu at fáa okkum kaffi í Trøðum á Sandi í staðin.

Alt í alt ein sera flottur vetrardagur í dag, sum myndirnar  eisini bera boð um.

Harleyfacadeacryl