Teir hava umleið 6.000 pund av toski og 3.000 pund av hýsu
Tað var gott lag á monnum, tá vit vitjaðu á støð í morgun. Dalsenni hevur verið nakrar túrar longu í ár og teir hava fingið nógvan fisk. Í morgun var onki undantak. 9.000 pund av góðum slag, so nú bíða teir bert spentir eftir prísinum.



