Café Mølin í Skálvík er stúgvandi full í fólki. Næstan øll Klaksvíkin hevur verið her seinastu dagarnar, sigur Birita Dalsgaard Olsen eigari av Café Mølini
Tá vit traðkaðu fótin inn í Café Mølina var svart í fólki. Gestir úr øllum Føroyum vitjaðu hesa løtuna.
Øll borðini vóru upptikin og við tað eina borið sótu tríggjar klaksvíksdamir. Har mundi vera tryggast at seta seg. Tær vóru farnar vinkutúr suðureftir. Tær eru Begga Ellingsgaard, Malan Olsen og Elsebeth Klakstein.
Vit hava verið inni hjá bóndakonuni í Kirkjubø. Hon var so blíð, vit fingu gott kaffi og sprød lekkir góðaráð og lekrar smákakur, sigur Elsebeth.
Hendan túrin gera vit í minsta lagi tvær ferðir um árið. Eg eri sjaffør, sigur Malan
Her í café’ini er ordiliga lekkirt, vit hava eta sera góða lekra heimagjørda høsnakjøtsuppu við nýbakaðum suppubreyði, og kaffi við góðari rabarbutriffli omaná, sigur Begga. Birita er sera blíð og fyrikomandi.
Birita hevur drivið Café mølina í 6 ár og henda seinasta tíðin síðan tunnilin lat upp hevur verið heilt óvanlig. Tað er kø út í tún og tað stendur á at baka. Alt verður útselt hvønn dag. Sera nógv fólk ringja og biðja borð, men vit kunnu ikki leggja borð av, sigur Birita.
Um eina løtu fara vit til Skopunar at vitja familju hjá mær, og vænta vit okkum kaffi har, leggur Begga aftrat.
Vit eru allar so royalar og eru sera skuffaðar av løgmanni og Kringvarpinum, at teir ikki kundu gera løgmansrøðu umaftur, har hann fekk borið drotningini eina tøkk, sigur Begga við Norðlýsið at enda.







