Nú verður bara bíðað eftir, at KÍ og/ella Lyngby fara at kunngera, at Magne Hoseth er seldur til Lyngby.
Danski miðilin bold.dk skrivaði í kvøld, at partarnir eru samdir um ein prís og at Magne Hoseth fer at gera tvey ára sáttmála við Lyngby í Superliguni.
Seinast KÍ skifti venjara gingu tríggjar vikur til KÍ hevði funnið nýggjan venjara. Hesaferð væntast tað ikki at fara at ganga so long tíð. Sambært portal.fo og in.fo er sannlíkt, at ein norskur venjari verður settur skjótt. Í mun til fyri einum ári síðani, so hevur KÍ nú eitt nógv størri navn úti í heimi og við skiftinum hjá Magna síggja aðrir venjarar eisini, at stórar deildir sum Superligan hyggur til KÍ, tá nýggir venjarar verða settir. Lyngby liggur nr. 7 av 12 liðum í donsku Superliguni og hetta er kanska fyrstu ferð, at eitt lið á so høgum stigi hyggur til Føroyar eftir nýggjum venjara.
KÍ byrjar eftir ætlan at venja uttandura 22. januar.



