Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ljós á Oyragøtuna út í Grøv

Oliver Joensen

Í dag fóru vit aftur ein gongutúr út í Grøv. Hugaligt var at kenna fløvan frá sólini, nú hon lyftir seg longur upp á hválvið nú vit ganga ímóti várinum og summarinum.

Eg haldi, at ein túrur eftir Oyragøtuni altíð er áhugaverdur, bæði í sól og í illveðri. Helst eru tað fleiri enn eg, ið halda tað, tí tað kemur næstan ikki fyri, at eg ikki møti fleiri øðrum fólkum á slíkum túrum mínum. Summi við hundum, onnur í felag við øðrum og eisini einstaklingum.

Men í myrkastu vetrartíðini verður gøtan ikki so væl troytt, tí myrkt er tá fólk kemur úr arbeiði og skúla.

Hetta verður tí ein áheitan á okkara býráð at skipa fyri at samuligt ljós verður sett fram við gøtuni har, kanska líka sum tað, eg havi víst á myndini her omanfyri. Ljós við Oyragøtuna skal helst ikki vera so bjart, at tað skemmir ov nógv stjørnuklára loftið um veturin.

Ein gongutúrur út í Grøv gevur frið í sinnið og nógv áhugavert fyri eygað.

´Í dag gingu vit ein túr oman ímóti Hellisenda har æður, tjaldursgrælingar, grágælingar  og skarvar royndu sær eftir einhvørjum at eta. Sum altíð var sjógvurin fangandi. Hugaligt og forvitnisligt at síggja tá tað brýtur á ljógv.

Hugaligt hevði verið, um okkara býráð hevði sett út í kortið at gjørt Oyragøtuna betri nýtuliga til okkum borgarar um veturin.