Fólkakæri og góðsligi Gordhan Rajani, einabest kendur sum lækni, andaðist mikudagin 24. januar, 89-ára gamal. Klaksvíkingar tóku Gordhan til sín sum ein av sínum egnu, men tað er ongin loyna, at Gordhan hevði eitt litríkari lív enn føroyingar flest. Tíverri merkir tað ikki, at lív hansara bert var spennandi, men eisini, at hann upplivdi hungur, hall og ófrið.
Varð hann føddur í dag, hevði hann verið pakistanari, men afturi í 1934, tá hann kom til verðina, var landsluturin Sindh partur av India, sum tá var bretskt hjáland. Úr staðnum Shikarpur í Sindh sá Gordhan Rajani á fyrsta sinni dagsins ljós tann 3. februar hetta árið. Pápin var Kanayalal Rupthjan Rajani, og starvaðist hann innan heilivágsvørur, og móðirin æt Kala Kalyalal Rajani, og var hon heimagangandi húsmóðir.
Beint tá ungi Gordhan gjørdist tannáringur, hendi avkolonialiseringin, tá India fekk loysing frá Bretlandi, men tað merkti eisini, at Pakistan gjørdist leyst frá India, og tað hevði við sær nógvar byltingar, sum ávirkaðu Rajani-familjuna. Familjan hevur lýst, hvussu tey noyddust at búgva umleið 20 fólk á sama lítla rúmi, standa 6 tímar í kø fyri at fáa mat og aðrar neyðsynjarvørur, ongan skúlalærdóm fingu í flóttafólkaleguni, og máttu flyta langt.
Men áræði hevur Gordhan havt hóast truplu umstøðurnar; tað prógvar hansara hugur til lesnaðin og seinni til læknagerningin. Sum 24-ára gamal varð Rajani útbúgvin lækni frá Grant Medical College í Bombay, og árið eftir fór hann í holt við at læra til skurðlækna ella kirurg á ymiskum sjúkrahúsum í London í Bretlandi.
Tá ið Rajani – tí tað var við eftirnavninum Rajani, at vit kendu hann – fylti sjeyti, skrivaði familjan honum kvøðu, harí tað livandi verður lýst, hvussu Rajani kom til London við nærum ongum viðføri og við bert 10 pundum í lummanum. Og ikki batnaði fíggjarstøðan hjá honum nógv, tá hann fekk uppgávur á sjúkrahúsunum, tí av teimum áttati pundunum, hann forvann um mánaðin, fóru tey tríati til vistir og innivist, meðan restin varð send familjuni heima í India.
Rajani og Føroyar fullu beinanvegin “í hakk”, sum sagt verður. Tað gekk stutt tíð frá, at ungi læknin sá eina lýsing um eitt starv í Føroyum, og tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so arbeiddi Rajani á sjúkrahúsinum í Havn árini 1964-1967. Eftir nøkur ár “í útlegd” á Bornholm – hiðani hann helst gjørdi kendu orðingina “Det går nok” til sína egnu – byrjaði so tíðarskeiðið, sum allir klaksvíkingar um miðjan aldur og eldri kenna Rajani best fyri, nevniliga drúgva lívsstarvið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann arbeiddi frá 1971 til 1995.
Skjótt lærdu vit at kenna, at tað ikki bara vóru hansara læknaligu dygdir, ið vóru framúr, men eisini stóra hjartað og empatiin fyri hvørjum einstøkum sjúklingi, sum gjørdu hann til ein framúr góðan fong fyri Klaksvíkina. Frá starvsfólki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vita vit, at Rajani dugdi sum fáur at savna starvsfólkini, sum vóru tey ein stór familja. Uttan at vera stinnur í føroyskum dugdi hann at samskifta og fara við fólki, sum vóru tey hansara bestu vinir, og við tíðini gjørdust fleiri teirra eisini tað.
Minnist at omma var ein av teimum fyrstu, ið fingu nýggja mjødn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað var Rajani, sum opereraði. Í okkara húsi hevur virðing altið verið um Rajani. Abbi, sum í mong ár var formaður í sjúkrahússtýrinum, og Rajani vóru bestu vinir. Omma og abbi vóru ofta bjóða heim privat til teirra. Tey hildu nógv av honum og konuni.
Eftir tíðina í Klaksvík búleikaðist Gordhan Rajani leingi á Høgabóli í Saltangará, og seinastu árini hevur Rajani ferðast nógv og eisini tikið arbeiðstørn í Noregi og Grønlandi, umframt at hann hevur vitjað heimlandið India javnan. Seinastu árini hevur Rajani búð í Havn, har hann eisini verður jarðaður.
Við hesum fátæku orðum skal friður verða lýstur yvir minnið um Gordhan Rajani, yvirlækna.



