Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrður Jacobsen heldur ikki fram í KÍ

Jákup Ósá

Hann hevur verið ein av hjálparvenjarunum síðani 2020.

Sjúrður Jacobsen, sum býr í Klaksvík, men sum er uppvaksin í NSÍ, hevur verið glaður fyri tíðina í KÍ.

– Eg havi verið hjálparvenjari í fýra ár, og tað hava verið fýra fantastiska spennandi og lærurík ár, sum hava givið mær nógvar minningarríkar løtur. Millum annað meistaraheitið í trý ár á rað, tað søguliga bólkaspælið seinasta kappingarár, og aðrar serligar løtur sum tildømis ein søguligan 6-1 sigur ímóti Dinamo Tbilisi í Europa League í 2020 og 3-1 sigurin ímóti Bodø/Glimt í Champions League í 2022 var nokk tað besta eg havi sæð eitt KÍ-lið spælt í Klaksvík. Tað hevur verið eitt satt framíhjárættindi at sloppið at arbeitt sum ein partur av venjara-toyminun í KÍ í fýra ár. Fyrst undir Mikkjali Thomassen, har eg lærdi ótrúliga nógv, og síðani undir Magna Hoseth seinasta kappingarár, sigur Sjúrður Jacobsen við Norðlýsið.

Sjúrður Jacobsen sigur, at hann hevur havt okkurt tilboð í vetur, men enn er ógreitt, um hann verður venjari ella hjálparvenjari í 2024.

Harleyfacadeacryl