Leygardagin leiktu gentur 14 hjá Stjørnuni hálvfinalu í steypakappingini hjá gentur 14 b. Mótstøðuliðið var H71 b, gjørdist úrslitið ein sigur til Stjørnuna uppá 29-20, og við sigrinum tryggjaðu stjørnugenturnar sær pláss í steypafinaluni. Mótstøðuliðið verður antin VB alla Tjaldur, hálvfinalan teirra millum er ikki leikt enn.
Stóra steypafinaluvikuskifti hjá HSF verður vikiskiftið 16. til 18. februar, og verður steypafinalan hjá G14 b leikt sunnudagin 18. februar.



