Seinastu 10 dagarnir hevur Ægir verið í Íslandi á venjingarlegu, har tey dúgliga hava vænt uppundir kappingina Reykjavik International Games (RIG2024), sum bleiv hildin í Laugardalslaug í Reykjavik um vikuskifti. Umframt Ægir, luttóku 35 feløg úr 10 ymiskum londum.
Tey, ið luttóku vóru hesi:
– Heini Mohr Askham
– Durita Mohr Askham
– Lea Osberg Højsted
– Róa Trygvadóttir
– Lea Petersen
– Ragnhild Jacobsen
– Tórir Olsen
– Benjamin Havn
– Líggjas Joensen
Tey stóðu seg heilt væl í kappingini, og hava tey sett fleiri persónlig met, fingið fleiri heiðursmerkir og onkur nálatíð bleiv eisini rokkin.
Heini Mohr Askham svam seg til eitt silvurheiðursmerki í 1500 m frí við tíðini 16.49.22 og eitt bronsuheiðursmerki í 400 m frí við tíðini 04.13.15.
Líggjas Joensen vann gull í 200 m frí við tíðini 01.56.29 og í 400 m frí við tíðini 04.10.88. Harumframt fekk hann bronsu í 1500 m frí við tíðini 17.01.32.
Benjamin Havn svam seg fríggjakvøldi til talentnál í 50 m frí við tíðini 31.62, har kravtíðin er 33.19. Leygarkvøldi svam hann seg til bronsunál í 100 m frí við tíðini 01.09.18, har kravtíðin er 01.10.07.
Ein góð og stuttlig vika, hóast Ragnhild Jacobsen hjá Ægir var óheppin at bróta beinið á ferðini, og luttók tíverri bert fyrstu 4 dagarnir av venjingarleguni.



