Ein leikari er eftir í Føroyum vegna skúlagongd. Og ein leikari er komin afturat, sum vanliga ikki er partur av hópinum.
KÍ-hópurin fór úr Føroyum í morgun og seinni í dag ferðast hópurin víðari til Algarve í Portugal. Talan verður um ein langan ferðadag. Og longu kl. 14.30 í morgin er fyrsti dystur á skránni, tá KÍ møtir Beijing Guoan, sum spælir í bestu deildini í Kina.
KÍ hevur allar mans við á venjingarleguni uttan René S. Joensen. Hann er upptikin av skúlagongd. Afturat vanliga hópinum er 18 ára gamli miðverjin, Sølvi Johannessen, eisini við. Helst tí, at skaðar raka miðverjuna, har Odmar Færø og Heini Vatnsdal ikki hava fingið vant við fullari ferð vegna skaðar.
KÍ-hópurin er hesin:
Ari í H. Petersen
Hannis Matras
Jóannes K. Danielsen
Símun Kalsø
Børge Petersen
Jákup N. Vilhelmsen
Sølvi Johannessen
Patrick Da Silva
Ahmed Latif
Claes Kronberg
Jákup B. Andreasen
Dávid B. Andreasen
Deni Pavlovic
Mads Bo Mikkelsen
Dan í Soylu
Árni Frederiksberg
Silas Gaard
Pætur Petersen
Jóhan Josephsen
Páll A. Klettskarð
Hesir eru eisini við, men hava ikki vant við síðstu dagarnar vegna skaðar:
Odmar Færø
Heini Vatnsdal
Hallur Hansson
Jonn Johannessen
Av hesum er Odmar Færø nærmast við. Hann vandi við ein part av venjingini mánakvøldið.
Skráin hjá KÍ:
31.01 kl. 14.30: Beijing Guoan-KÍ
06.02 kl. 14.00: Silkeborg-KÍ
09.02 kl. 13.00: Real Salt Lake-KÍ



