Teir grønu høvdu tað torført móti Silkeborg í dag.
Í góðveðrinum í Algarve spældi KÍ, sum burtursæð frá miðverjuni, minti um tað, sum kann verða sterkasta uppstilling í løtuni móti Superligaliðnum Silkeborg, sum sambært donsku viðmerkjarunum spældi við tí, sum minti um eitt eykalið.
Í fyrra halvleiki kom eitt mál, tá KÍ misti bóltin, har Silkeborg revsaði við skjótum mótálopi. Silkeborg var omaná, men KÍ hevði sínar møguleikar. Pætur Petersen á vinstra vongi var gjøgnum allan dystin nógv vandamiklasti KÍ-leikarin, men nærri enn skallara á tvørstongina kom hann ikki.
Í hálvleikinum skifti KÍ nógv út. Silkeborg fekk tvey mál afturat, sum bæði komu í teirra vinstru síðu. 3-0 gjørdist úrslitið.
Hetta var sætta tapið á rað hjá KÍ. KÍ hevur tapt móti Víkingi, Olimpija Ljubljana, Slovan Bratislava, Lille, Beijing Guoan og Silkeborg. Av seinastu 10 dystunum hevur KÍ bara vunnið ein dyst. Fríggjadagin spælir KÍ síðsta dystin á venjingarleguni, tá mótstøðuliðið er MLS liðið Real Salt Lake. (rætting 07.02 kl. 12,04: Sum ein lesari eisini hevur gjørt okkum varug við, so spældi KÍ ein venjingardyst móti Víkingi í Klaksvík í desember, sum KÍ vann 2-0. Tískil er tað ikki rætt, at KÍ hevur tapt seks dystir á rað.)
Sum skilst fer eykablusan hjá KÍ í ár at verða hvít.



