Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Linnandi viðgerð ta seinastu tíðina

Kommunulæknafelagið

Mikukvøldið 21. februar kl. 18.30 verður skipað fyri almennum fundi, har evni er “Linnandi viðgerð tað seinastu tíðina -heima, á røktarheimi, á sjúkrahúsi ella á hospice”

 

Tað eru eldraráðini í Norðoyggjum og Eysturoynni, sum skipa fyri fundinum. Til viðgerðar verður palliativ viðgerð í Føroyum, út frá fyriliggjandi áliti um “Palliatión í Føroyum”, sum bleiv handað landsstýrinum í 2019. Á skránni vera bæði framløgur og pallborð.

Framløgur: 

  • Pál Weihe, lækni og Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, palliativa toymi
  • Ása Jaspurdóttir, kommunulækni
  • Súsanna Olsen, varaleiðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Torbjørn Jacobsen, Kommunufelagið

– Steðgur 

 

Pallborðsorðaskifti:

  • Margit Stórá, landsstýriskvinna
  • Páll á Reynatúgvu, stjóri í Veks
  • Sverri Steinhólm, prestur
  • Durita Tausen, Krabbameinsfelagið
  • Margreta í Buð, avvarandi
  • Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið

 

Tiltakið verður í Løkshøll og er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo