Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føstudansur í Føroyahúsinum

Jóhann Lützen

Dansifelagið Fótatraðk skipar fyri ársins størsta dansikvøldi leygarkvøldið 10/2-24. Føroyahúsið í kongsins Keypmannahavn verður karmur um hetta megnarkvøld

 

Dyrnar lata upp kl 18:00, og eg havi hoyrt, at onkur fryntligur fer at standa í durinum við eini rámandi fløsku frá Dism, ið hevur stuðlað okkum við dýrum dropum. Kostnaðurin við dyrnar er 50,- men tú fært eisini smurt breyð við føroyskum viðskera afturvið fyri slakar 120,-

Við búgvið borð og góðum selskapi fer okkara trúgvi Tórur at draga og kroysta harmonikuna, meðan vit mýkja stemmubondini við stórslignum felagssangi. Eftir tað fara vit upp á gólv og kvøða fornu og mergjaðu kvæðini! Hartil kemur glasið inn í ringin av og á.

Vit hava fingið tað í lag, at barrin í Húsinum er opin alt kvøldið. So har verður eingin grund til at sita við turran munn.

Hvar? Vesterbrogade 17A 1620 København V
Nær? kl 18:00 leygardagin 10/02-24

Við vón um góða luttøku og góðan dans!

Formaðurin