Meistararnir møta elsta felagnum í Føroyum á Tórsvølli.
KÍ byrjaði seinni enn hini at venja vegna langa kappingarárið í fjør og eftir einari viku fór hópurin á venjingarlegu í Portugal, har tríggir venjingardystir vóru á skránni.
Í dag er fyrsti venjingardystur í Føroyum á skránni. KÍ møtir TB, sum í fjør flutti niður í næstbestu deildina. Dysturin verður á Tórsvølli kl. 15.00. Mikukvøldið kl. 18.00 spælir KÍ í Norðragøtu móti Víkingi, sum vann VFF Cup.



