Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ungir listaspírar í Spinnaríðnum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Framsýningin letur upp í dag kl 16, og tá verða tey ungu presenterað og Dorit Hansen sigur nøkur orð.

 

Klaksvík hevur eina ríka listasøgu, og sjálvandi eru tað eisini í dag ungir norðoyingar, sum hava skapandi gávur. Áhugafelagið Spinnaríið skipar á Torradøgum fyri framsýning við nøkrum ungum listaspírum úr norðurøkinum.  Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er ókeypis, og tey sum vilja stuðla Áhugafelangum Spinnaríið fáa møguleika fyri tí.

Søguinnsavnan – mánadagur og mikudag 21. februar klokkan 15 – 18 og fríggjdagin 23. februar klokkan 18 – 21 

Ragnhild Kunoy Sharp spælir til høvið kl. 16.

Áhugafelagið Spinnaríið ætlar at skipa eina fasta framsýning á Spinnarínum um søgurnar hjá Klaksvíkar Ullvirki og Norðoya Ullvirki. Kanst tú hjálpa okkum? Hevur tú myndir, tilfar ella søgur frá ullvirkinum hjá Monu Olsen ella ullvirkinum hjá J. F. Kjølbro? So ert hjartaliga vælkomin á gátt á Spinnarínum

Klaksvíkar Ullvirki lat Kjølbro byggja varð tikið í brúk í 1945, seinni í 1955 varð gjørt turarí á loftinum har klippfiskur var turkaður og seldur til Suðurafrika. Spinnaríið varð selt til Byggivirkið hjá Josephsen-brøðrunum í 1964.

Tað er eisini áhugavert við munnligum frásøgnum. Vit kunnu skriva niður ella taka upp á band, sum so verður skrivað niður seinni.

Stað: Spinnaríið, Klingrugarðurin