Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stórur saltfiskadagur á Tekniska Skúla

Jóhann Lützen

Norðlýsið er við, tá ið næmingarnir á Matvørudeildini fara at tulka okkara fremstu fiskavøru í Føroyum á Torradøgum nemliga saltfiskin

 

Eftir at hava sett seg inn í hendan heimin, sum hevur umskapað Føroyar frá at verða eitt siðbundi landbúnaðarsamfelag til eitt nýmótans fiskivinnusamfelag, hava næmingarnir vitjað Kósina og kunna seg um mannagongdir og møguleikar fyri nýmenning.

Í dag koma tey við smakkroyndum uppá saltfiskarættir, ið leggja seg eftir teimum ungu.

  • Hvussu fáa vit saltfiskin aftur til heiður og æru?
  • Hvussu fáa vit tey ungu at smakka og gleðast um hesa týdningarmestu vøru hjá føroyingum?

Næmingarnir koma við innovativum tiltøkum, so sum saltfiskakappingum fyri skúlanæmingar og ein saltfiskadag.

Norðlýsið fer at miðla frá hesi nýmennandi tilgongd millum vinnu og matvørudeildina á Tekniska Skúla.