Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Niels Juel á ferð í Norðoyggjum

Dávur Winther

Á ferð við Niels Juel í Norðoyggjum – samrøður og reportasjur í Norðoyggjum í meiri enn 30 ár, sum Magni Arge greiðir frá í Smæruni kl 16.00 í dag

Hóast Útvarpið ikki hevði ráð at goyma allar samrøður og reportasjur frá fyrstu árunum, so eru kortini fleiri forvitnisligar sendingar varðveiddar – eitt nú ”Á Stongunum eitt leygarkvøld”, ”Á Norðhavinum við Ørvi ” frá 1958 og ”Jomfrúferðin við Másanum” frá 1959.

Har eru m.a. samrøður við Samson Joensen, Julius á Viðareiði og Klávus í Trøllagili frá fimtiárunum – og hópur av øðrum áhugaverdum reportasjum og samrøðum. Hann var javnan á ferð í Norðoyggjum við upptakaranum, og í sjeyti árunum sigldi hann minniligu ferðirnar kring oyggjarnar við frásøgufólki, sum søgdu frá staðarnøvnum, bjargalívi, útróðri, búplássum og øðrum forvitnisligum søgum, sum tey vóru vaksin upp við.

Magni Arge greiðir frá í Smæruni frá útvarpstilfarinum, sum leggur eftir Niels Juel og átøk at skipa hetta í eitt talgilt savn, so eisini komandi ættarlið lættliga kunnu hoyra forfedrar og -møður siga frá um lívið í Norðoyggjum, sum tað einaferð var – viðhvørt við flatari dialekt.

Heimilsarmenn vóru m.a. Samson Joensen, Julius á Viðareiði, Klávus í Trøllagili, Jógvan Heinesen á Viðareiði, Niklái Poulsen og Absalon Lydersen

Smæran – Magni Arge greiðir frá kl. 16.00 í dag