Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fara nú at hyggja at almenna rakstrinum

Jóhann Lützen

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, var hjástødd, tá Búskaparráðið legði fram Várfrágreiðingina fyri 2024. Norðlýsið spurdi millum annað um, hvat hon hevði at siga til, at Búskaparráðið metir undirskotið á løgtingsfíggjarlógini í veruleikanum vera 439 milliónir.

 

 

– “Tað er helst rætti hátturin at uppgera tað uppá, nevniliga við at taka Búskapargrunnin í álvara”, segði Ruth Vang, og legði afturat, at tað verður eitt av tí fyrsta, hon fer at gera nú. Landsstýriskvinnan helt fram: – “Vit hava eina haldførisavbjóðing, og hana mugu vit eisini taka í álvara”.

Fíggjarmálaráðkvinnan segði, at tey hava betrað um haldførið hjá Landskassanum við at hækka veiðigjøldini og tøkugjøld, minkað um rakstrarvøksturin í mun til undanfarin ár, og tey hava ikki sett nakra størri verkætlan á skrá. Kortini er úrslitið alt ov vánaligt, viðurkennir Ruth Vang.

Er Landskassin í ringum skørum, so stendur ikki frægari til fyri kommunurnar. Búskaparráðið vísti á, at kommunurnar standa við størsta partinum av haldførisavbjóðingini. Til tað hevði Ruth Vang tað at siga, at kommunurnar fara at koma við í eitt fíggjarpolitiskt regluverk upp á sikt, men at fyrst fara tey í Landsstýrinum at seta seg saman og finna út av, hvat landið kann gera:

– “Eg hugsi at vit eiga at seta okkum sjálvum eitt mark fyri, hvussu nógv raksturin kann vaksa. So hava vit í øllum førum tryggjað okkum, at raksturin ikki veksur meira enn búskaparvøksturin. Fyri at gera tað mugu vit hyggja at almenna rakstrinum, og hvat vit kunnu gera har, og har er nógv, vit kunnu gera”, segði Ruth Vang at enda uttan at gerast meira ítøkilig.