Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Haakon Lunov: KÍ er liðugt at keypa inn

Jákup Ósá

Um ikki onkur óvanliga góður møguleiki stingur seg upp, sum røkkur longur fram enn til hetta kappingarárið, so er KÍ liðugt at keypa inn í hesum umfari.

Broytingarnar hjá KÍ síðani farna kappingarár hava verið:

Tilgongd:

Ari í Haraldsstovu Petersen

Dan í Soylu

Pætur Petersen

Mark F. Jensen

Céderic Yambere

 

Frágongd:

Vegard Forren

Óli Ey. Poulsen

Markus O. Pettersen

Sivert Gussiås

Luc Kassi

Nils Jonatan Johansson

 

Tað hevur ljóðað, at KÍ møguliga fór at keypa ein álopsleikara afturat. Men nú er avgerð tikin um, at KÍ-hópurin er endaligur. Tað segði Haakon Lunov við Televarpið í sendingini hesa vikuna. Hann segði, at skuldi nakar koma inn afturat, so var tað tí at onkur óvæntaður og góður møguleiki stakk seg upp, sum gagnaði KÍ longri enn komandi kappingarár. Men hann segði í Televarpinum, at mest sannlíkt er hópurin nú endaligur.

 

KÍ spælir móti HB í stórsteypadystinum í dag kl. 17.30.