Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Christian í Grótinum tríggjar roktúrar

Tekst og myndir: Dávur Winther

Tveir teir síðstu túrarnar hevur Christian í Grótinum landað fyrst 3600 tons, sum var størsta last í Íslandi nakrantíð.

Síðani vóru teir inni aftur við 3400 tonsum av Svartkjafti. Eftir fyrsta ½ døgnið úti aftur høvdu teir 900 tons.

Á miðdegi í dag manglaðu 400-500 tons í fulla last aftur. Nú á nátturða høvdu teir so 3500 tons – frálíkur túrur uppá rekordtíð!

Teir hava fulla last av svartkjafti, sum er fiskað uppá 28 tímar – Óhoyrt. Bogi Rasmussen er skipari.

Leiðin liggur nú aftur til Íslands at landa, og eru teir frammi um smá tvey døgn. Tá ið liðugt er at landa, gongur leiðin helst til Føroya at bunkra og skifta manning. 

Fantastiskt skip við fantastiskari manning, sum hevur fantastiskar møguleikar.

Harleywoodpaint