JFK var herfyri við til at handa virðislønina “Best Overseas” á National Fish & Chip Awards.
Føroyska fyritøkan JFK veitir tosk, hýsu og annan hvítfisk til mangar fish & chips-seljarar í Bretlandi. Jógvan Hansen, sølustjóri, handaði virðislønina “Best Overseas” saman við skemtaranum og vertinum Rob Beckett á National Fish & Chip Awards-hátíðarhaldinum herfyri.
National Fish & Chip Awards-hátíðarhaldið hevur meira enn 30 ár á baki og er ein gallaveitsla, sum National Federation of Fish Friers, @NFFF_UK, skipar fyri. Endamálið hjá teimum er at hækka støðið innanfyri vinnu og sølufyritøkur, tá ið tað kemur til bretska tjóðarrættin fisk og chips.
Fiskur úr Føroyum er tann best umtókti í Bretlandi vegna sína høgu góðsku.



