Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Metingar um 1. umfar í Betri Deildini

Jákup Ósá

Komandi vikuskiftið fer landskappingin í gongd. KÍ er størsti favoritturin hetta umfarið, meðan
áhugaverdasti dysturin er í Gundadali, har uppflytarar kunnu fara at fáa stig.

 

(Grein úr blaðnum)

Landskappingin 2024 fer í gongd komandi vikuskiftið. Hetta er altíð nakað, sum feløgini og síni viðhaldsfólk síggja fram til, tí ofta hevur tíðin frá fyrst í januar og fram til kappingarbyrjan fyrst í mars verið merkt av illveðri, nógvari venjing og venjingardystum, sum ofta ikki er lætt at blíva klókur uppí, tí mangan verður skift nógv út, ymiskt nýtt verður roynt av, og so eru liðini ofta í tungari venjing, sum gongur útyvir avrikini.

Langa kappingarárið hjá KÍ í fjør, sum endaði 14. desember í Lille, hevur sett síni spor. KÍ byrjaði at venja sum hópur 22. januar, sum er tvær-tríggjar vikur seinni enn hini feløgini. KÍ var á longri venjingarlegu í Portugal og hevur sostatt spælt fáar venjingardystir í Føroyum. Skaðarnir hava eisini verið fleiri í KÍ, men felags fyri teir flestu er, at teir komu í fjør.

 

07 Vestur-Víkingur

07 Vestur er tað liðið, sum hevur havt størstu útskiftingarnar síðani farna kappingarár. Talan er í stóran mun um eitt nýtt lið, sum skal spælast saman, og tað kann gera byrjanina trupla. Víkingur hevur verið besta liðið í venjingardystunum, men í álopspartinum hava Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen drigist við skaðar síðstu tíðina uppundir landskappingarbyrjan, men møguleiki er fyri, at onkur av teimum verður tøkur til 1. umfar. Víkingur hevur søguliga sæð ofta havt tað torført móti 07 Vestur, og í fjør vann 07 Vestur eina dystin móti Víkingi. Stóra broytingarnar hjá 07 Vestur gera, at samanspælda Víkinga-liðið er favorittur. Tipping: 2 (0-2)

 

B68-B36

Í fjør fekk B36 fulla úrtøku móti B68, og síðani tá er B68 viknað á pappírinum, meðan B36 er torført at meta um, hvørs liðið er styrkt ella viknað. Úrslitini í síðstu venjingardystunum kundu bent á, at B36 er betri enn í fjør. B68 spælir ofta javnar dystir, eisini móti toppliðunum, serliga á heimavølli, og tað hava vit sæð í venjingardystunum eisini. Hetta er 1. umfar og tað kann blíva ein torførur dystur hjá B36, sum skal vinna dystin fyri at røkka málsetninginum fyri at spæla við um FM, tí annars verður longu stórt trýst á til 2. umfar móti KÍ. Tipping: 2 (0-1)

 

Skála-EB/Streymur

Hetta verður ein spennandi dystur millum tvey lið, sum á pappírinum tykjast jøvn. Skála sum uppflytari hevur stórt sæð bara fingið tilgongd, meðan EB/Streymur hevur havt stóra frágongd, men eisini onkra eyðsýnda tilgongd sum t.d. við Boubacar Dabo. Í 2022 var trupulleikin hjá Skála, at liðið megnaði ikki at vinna dystir, hóast møguleikarnir vóru har, serliga á heimavølli. Hetta er ein dystur, sum Skála heldur seg hava góðan møguleika at vinna, men EB/Streymur hevur nokk eisini ein góðan møguleika, so hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tipping: 1 (2-1)

 

HB-NSÍ

Ein áhugaverdur dystur millum HB, ið hevur havt stóra útskifting, og uppflytararnir NSÍ, sum hava havt stóra tilgongd. Í venjingardystunum hevur tað ikki sæð so gott út hjá HB, meðan tað hevur sæð gott út hjá NSÍ. Men vit vita við søguni í huga, at venjingardystir kunnu snýta. Tað ljóðar, at HB hevur vant sera nógv og hart og tað kann hava gingið útyvir avrikini í venjingardystunum. Undir vanligum umstøðum skuldi HB verið greiður favorittur til hendan dystin, men soleiðis er ikki hesaferð. Dysturin kann fara báðar vegir og hevur NSÍ allar sínar lyklaleikarar tøkar, so tippa vit, at teir gulu fáa minst eitt stig við sær úr Gundadali. Tipping: 2 (1-2)

 

KÍ-ÍF

KÍ er størsti favoritturin í 1. umfarið. Meistararnir hava ikki sæð sannførandi út í venjingardystunum, men tað hava fuglfirðingar heldur ikki. Tað er torført at meta um, hvørs KÍ hevur somu styrki sum í fjør, men helst er ÍF viknað. Í ár verður spennandi at síggja, hvussu nógv KÍ fer at leggja fyri hesar dystirnar, tí í fjør bleiv ofta ikki gjørt meir enn akkurat nokk, har KÍ mangan vann bara við einum máli. Tað lækkar um undirhaldsvirði, og í fjør vóru tvey lið, ið skoraðu fleiri mál enn KÍ m.a. tí, at KÍ ikki legði so nógv fyri at vinna stórt á niðaru liðunum. Tipping: 1 (4-0)