Eisini haldi eg, at vit skulu læra okkara ungu kvinnur, at tær kunnu vera tað, tær hava hug til. Og tær kvinnur, sum ynskja at koma fram í arbeiðslívinum og í ymsar sessir, skulu ikki halda seg aftur. Um ein kempar gevur tað úrslit. Eg havi sjálv ferðast í mannfólkaverðini ein stóran part av míni tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur ikki altíð verið bara bara. Men um ein kempar hart, gongur tað nokk.
Tað er umráðandi, at kvinnur stuðla og virða hvørja aðra óðansæð, hvørja leið tær velja.



