Helvtin av útileikarunum hjá KÍ í dag hava fingið sína fótbóltsuppaling í KÍ.
Átta skaðar gera sítt til at nakrir óroyndir leikarar nú fáa møguleikan moti ÍF. 18 ára gamli Jóhan Josephsen fær møguleikan í álopinum. Hetta er hansara annar dystur frá byrjan á besta liðnum í landskappingini. Og í miðverjuni fær 20 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen møguleikan. Tað er hansara fyrsti dystur frá byrjan.
KÍ byrjar við hesum liðnum, sum væntandi er 4-4-2: Ari Í H. Petersen – Jóannes K. Danielsen, René S. Joensen, Patrick Da Silva – Árni Frderiksberg, Claes Kronberg, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóhan Josephsen, Páll A. Klettskarð. Ein møguleiki er eisini, at Mads og Claes býta um. Tað merkir, at helvtin av útileikarunum eru lokalir.
Dysturin byrjar kl. 15.00.



