Heldur óvæntað vann Team Klaksvík á KÍF í dag.
Síðani stóru útskiftingina fyrr í hesum árinum hevur Team Klaksvík eitt sindur sum væntað havt tað torført í bestu mansdeildini. Men í dag bragdaði, tá KÍF vitjaði í Klaksvík. Í einum jøvnum og spennandi dyst eydnaðist tað Team Klaksvík at vinna 22-21 eftir hálvleiksstøðuna 12-11. Team Klaksvík hevur síðstu vikurnar samstarvað við EB, har fimm-seks leikarar frá EB hava vant og spælt við.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Nikolay Bliznov (6), Beinir Johannesen (5), Sámal á tjaldrafløtti (4), Silas Larsen (2), David Danielsen (2), Dávið Davidsen (2) og Uni Zachariassen.



