Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seks KÍ-leikarar fingið A- og U21-landsliðsboð

Jákup Ósá

Í morgun var kunngjørt, hvørjir leikarar skulu spæla landsdystir í næstum.

Á U21-landsliðnum vóru tríggir KÍ-leikarar úttiknir. Ari í H. Petersen, Børge Petersen og Jákup N. Vilhelmsen. Teir skulu møta Portugal á útivølli í undankappingini. Hetta er tekin um, at Børge Petersen skjótt verður tøkur aftur.

Á A-landsliðnum vóru Mads Bo Mikkelsen, René S. Joensen og Pætur Petersen úttiknir. Hetta er tekin um, at Pætur Petersen skjótt verður tøkur aftur. Páll A. Klettskarð skoraði fýra mál í 1. umfarinum, men tað er eftirhondini grundgivið ofta, hví hann ikki er við. Tað hevur nakað við typuna at gera og hvussu samansetingin av álopsleikarum sær út.

A-landsliðið skal á venjingarlegu á Marbella, har venjingardystur er á skránni móti Liktinstein, áðrenn Danmark tekur ímóti á Brøndby leikvøllinum 26. mars.