Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jógvan Skorheim er nú fólkafloksmaður

Jóhann Lützen

Eg fari at arbeiða fyri at Fólkaflokkurin fær eitt so gott býráðsval sum gjørligt, segði Jógvan Skorheim í Dagur og Viku ígjárkvøldi

 

Jógvan Skorheim er býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur ikki verið í nøkrum flokki, síðani hann meldaði seg úr Sjálvstýri. Nú hevur hann melda seg inn í Fólkaflokkin. 

Hetta er tað rætta valið at taka, eg eri høgrumegin miðjuna og eg eri sjálvsstýrissinnaður. Eg haldi ikki at tað kemur óvart á nakran sum stendur uttanfyri, segði Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim fekk 401 persónligar atkvøður á býráðsvalinum seinast.