Tá freistin at stilla upp til nevndarval var av, vóru tvey uppskot komin inn.
Tey innkomnu uppskotini vóru sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson, ið stóðu fyri vali í ár, og eru tey sostatt afturvald.
Nevndin hevur skipað seg við næstforkvinnu, eftir aðalfundin sum var 16. mars.
- Mary Antonsdóttir, forkvinna
- Ragna Vilhelmsdóttir, næstforkvinna
- Fríðhild Winther, nevndarlimur
- Svenn Martinsson, nevndarlimur
- Poula Jørgensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
- Marjun Petursdóttir Jensen
- Ann-Mari Jensen
Heilsuhjálparafelag Føroya



