Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

“This is my life” í Dansifrøi

Jóhann Lützen

13 apríl verður Dansifrøi karmur um eitt stórt Kim Larsen dansi/konsert kvøld, har 4 av okkara bestu sangarum, Fríði Sigmundarson, Òlavur av Váli, Signar í Homrum og Eyðun Nolsøe saman við húsaorkestri fara at framføra allar teir bestu sangskattirnir hjá Kim Larsen sum eisini í Føroyum eru vornir fólkaogn.

 

Eisini verður DJ COOL (Martin Kjærbo) á pallinum.

Tiltakið var fyrstuferð fyri einum árið síðani í Dansifrøi og í septembur í Salt á Tvøroyri. Bæði tiltøkin blivu sera væl móttikin og sum tað sær út, so verður aftur í ár, eitt fult hús í Dansifrøi.

Framúr góða húsorkestrið er mannað av: Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), Magni Huusgaard (tangentar), Høgni Fagraberg (guitar) og John Johansen (bas).

Byrja verður kl 23.00 og hildið verður á  til kl 03.45

Atgongumerkir eru til keyps á atgongumerki.fo