Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fløskuinnsavnan 

Jóhann Lützen

Komandi dagarnar verður fløskuinnsavnan til frama fyri konsertferð hjá Hornorkestrinum á Skúlatrøð

 

 Á skúlatrøð eru fleiri enn 60 næmingar, sum fáa frálæru í hornblástri. Og Klaksvík eigur nú Føroya stórsta skúlahornorkestur, við fleiri enn 30 blásarum.
 

Í septembur fer hornorkestrið á skúlatrøð konsertferð til Skotlands, har vitjað verður í Stirling og Edinburgh, og orkestrið fer at spæla fleiri konsertir á ferðini. 

Um tú/tit vilja stuðla hornorkestrinum, so fara vit, at ganga runt og spyrja, um tit eiga onkrar fløskur at lata. Um eingin bankar hjá tær, so ert tú vælkomin, at ringja ella senda sms til ein av fyriskiparunum, so heinta vit fegin fløskurnar:
 

  • 225360 (Elsa Maria) 
  • 288550 (Vanja)
  • 265000 (Charlotta)
  • 221766 (Heidi)

Takk fyri stuðulin