Bara síðani 2016 hevur KÍ tríggjar ferðir avgjørt dyst á Skála í síðstu løtu.
Tað kemur nærum ikki fyri, at KÍ vinnur ’’lættar’’ sigrar á Skála, hóast KÍ hevur vunnið allar dystirnar á Skála síðani 2018. Áðrenn tað var tað javnan, at KÍ ikki vann á Skála.
Og síðani 2016 var hetta triðju ferð, at KÍ hevur avgjørt í síðstu løtu.
2016: Skála-KÍ 0-1
Páll A. Klettskarð sigursmál í 90. minutti
2017: Skála-KÍ 1-2
Ísak Simonsen sigursmál í 93. minutti
2024: Skála-KÍ 1-2
Páll A. Klettskarð sigursmál í 94. minutti



