Tá KÍ hevði frumsýning av filmi um bólkaspælið hjá KÍ í 2023 í Varpinum í gjár, so blivu ársins leikarar og stjørnuskot frá 2023 eisini kunngjørdir.
Bláa Bylgjan velir á hvørjum ári ársins leikara og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum. Kappingarárið í fjør bleiv so langt, at einki høvi var at handað hetta, og tí bleiv tað ikki gjørt fyrr enn nú. Betri seint enn ongantíð.
Hesi blivu vald:
Ársins stjørnuskot, kvinnur: Vár Johannessen
Ársins stjørnuskot, menn: Jóhan Josephsen
Ársins leikari, kvinnur: Eyðvør Klakstein
Ársins leikari, menn: Árni Frederiksberg



