Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Havsbrún í Fuglafirði – 365 dagar uttan nakran arbeiðsskaða

articon.fo

Tað er 1 ár síðani, at vit fóru í gongd við eina stóra og krevjandi verkætlan fyri Havsbrún. Uppgávan er at byggja ein 39 m høgan framleiðslubygning við alskyns krøvum.

 

Í givnu trongu umstøðunum krevst, at alt arbeiðið er sera væl lagt til rættis, og ikki kann sigast annað enn, at hetta higartil hevur gingið sera væl – við góðum fólkum, og einum sera góðum samstarvi við byggiharran.

Vit kunnu einn einaferð staðfesta, at tað loysir seg at arbeiða á tryggum og vælskipaðum byggiplássum, og okkara høvuðsboðskapur fer altíð at verða: ”At okkara starvsfólk skulu koma ferðug heim eftir loknan arbeiðsdag”

Hendan løtan bleiv sjálvandi fagnað við eini góðari lagkøku

Vit halda áfram við tí góðu gongdini at uppbyggja eina sterka trygdarmentan á okkara plássum. Okkara trygd – mín ábyrgd!