Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Vit eru svangir at svara aftur

Jákup Ósá

Haakon Lunov sigur, at sínir leikarar eru svangir eftir at svara aftur eftir tapið moti HB síðsta umfar, tá B68 vitjar í Klaksvík í kvøld.

– Vit hava verið dugnaligir til at svarað aftur bæði í dystum og eftir at vit taptu stórsteypadystin og dystin móti B36. Nú merki eg eina svongd á leikarunum at gera tað sama hesaferð. So vit gleða okkum at spæla frammanfyri okkara áskoðarum, sigur KÍ-venjarin, Haakon Lunov, við Norðlýsið.

KÍ-B68 spæla kl. 18.30 í kvøld.