Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir endaði kappingarárið við dupultum sigri

Jóhann Lützen

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir vunnu sínar dystir í gjár móti SÍ

 

Menninir spældu fyrst og teir vunnu dystin 3-0 við settúrslitunum 25-21, 25-20, 25-21. Harvið verður fyrra FM finalan leikt í Klaksvík. Hon verður leikt hósdagin 25 apríl, nærri kunning seinni. 

Síðani leiktu kvinnurnar og tær vunnu ein góðan sigur á 3-1 við settúrslitinum 25-20, 24-26, 25-19, 25-22. Hugaligt var at síggja at fleiri ungar kvinnur vístu hvør dugur er í teimum.