Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Breið semja um ferðavinnuuppskotið

Tíðindaskriv

Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samd um, hvussu karmarnir fyri ferðavinnuna skulu skipast frameftir.

 

 

Í semju og samstarvi við landsstýrismannin hava vinnunevndarumboðini hjá flokkunum lagt upp til nakrar broytingar í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin bar í Løgtingið í vár, men høvuðstættirnir í uppskotinum eru, at

  • Føroyingar hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd
  • Burðardygdargjaldið verður kravt inn sum gjald á gistinætur, og ikki við innkomu sum upprunaliga ætlað
  • Inntøkurnar frá burðardygdargjaldinum verða settar í grunn, sum søkjast kann úr fyri at menna ferðavinnuna kring landið
  • Gjaldsportur verða forboðin, men bøndur fáa heimild at taka gjald fyri tænastur
  • Útgangsstøðið í uppskotinum er framvegis, at kommunur, bøndur og heimafólk hava ein avgerandi leiklut at skipa ferðavinnuna í sínum lokaløki við ferðavinnuætlanum, og ein ferðavinnuapp skal eisini mennast, sum verður við til at skipa gongd í haga.

Flokkarnir ásanna við semjuni, at tað er neyðugt við greiðum ferðavinnukørmum, sum taka atlit at náttúruvernd, landbúnað, mentanararvi og skapandi vinnum, sum kann skapa vinnumøguleikar í bæði bygd og bý.

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í løgtinginum fríggjadagin.

 

Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkinum