Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead Í Varpinum í gjárkvøldi fekk Jørgin Dahl handaða Listavirðisløn Nólsoyar Páls

 

Á Heiðursbrævinum  – Listavirðisløn Nólsoyar Páls – stóð:

 

Henda viðurkenning og sømdargáva verður latin

 Jørgin Dahl

 Fyri dygdargóð avrik og ótroyttiliga at bróta upp úr nýggjum við serstøkum tónleiki og tónleikasamstørvum.

 Tú hevur við trúfesti ímóti tínum tónleiki skarað framúr, bæði sum sangskrivari, sangari og tónasmiður.  

 Jørgin er fólkaogn!

 

 

Við listavirðislønini fylgdi ein kekkur á 75.000 krónur.