Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Atlantic Fair fyrireikingar í besta summarveðri

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Tað er Áki í Skemmuni, ið er fyrireikarin fyri stevnuni, ímeðan Steintór Jacobsen stendur fyri uppseting av básum. Áki í Skemmuni sigur við Norðlýsið, at fyrireikingarnar til messuna, sum verður í døgunum 28. til 30. mei hava gingið sera væl. Messan hevur fingið sera góða undirtøku frá vinnuni, bæði frá vinnuni her á landi, men so sanniliga eisini úr londunum kring um okkum.

Tilsamans hava 180 fyritøkur gjørt av at luttaka og harafturat eru nakrar fyritøkur, ið framvegis standa á bíðilista at sleppa við.

Tiltakið verður skipað í báðum ítróttarhallunum umframt á eini uttandura framsýning.

Tá vit vitjaðu í  dag, segði Steintór Jacobsen, at hann longu nú var liðugur at seta upp básarnar til stóra vinnulívstiltakið.

Meira um Atlantic Fair í prentaða Norðlýsinum í dag, sum er komið í hvørt hús í Føroyum.