Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjørn: Eri givin í politikki, men framtíðina veit man ikki

Jóhann Lützen

Tað liggur ikki í kortunum her og nú, at eg stillið upp aftur, eg havi slett ikki hugsa um tað, sigur Bjørn Kalsø við Norðlýsið, tá vit spyrja um hann hevur ætlanir at gerast politiskt aktivur aftur

 

 

Bjørn Kalsø hevur meldað seg úr Sambandflokkinum, tað gjørdi hann greitt í Kringvarpinum fyrrapartin. Bjørn Kalsø hevur alment funnist hvassliga at málinum um Burðardygga Ferðavinnu, sum samgongan saman við nærum allari tingmanningini hjá Sambandsflokkinum atkvøddu ígjøgnum herfyri. 

Vit spyrja Bjørn Kalsø um hann ætlar sær uppí politikk aftur. 

Tað liggur ikki í kortinum, tað havi eg slett ikki hugsa um. Eg gavst í politikki í 2019, men framtíðina veit man ikki, samfelagsviðurskifti hava altíð haft mín áhuga, sigur Bjørn Kalsø við Norðlýsið

Eg havi verið borgarstjóri, løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin so eg havi tænt nokso væl mína vernaskyldu, leggur Bjørn aftrat. 

 

 

 

Harleyfacadeacryl