Teir fýra næmingarnir úr 10 flokki í Runavík, sum vunnu Skúla FM í íverksetan og Next Level í Danmark, løgdu fram um teirra vinnandi produkt, sum er ein app til ung at søkja eftir arbeiði og fyritøkur at finna starvfólk
25 bólkar luttóku á Next Level í Danmark í apríl mánaða og NEXUM kveistraðu alla kapping til viks við teirra app.
Appin er simpul og brúkaravinarlig. Slagorðið fyri appina er Einfalt, skjótt og brúkaravinarligt, greiða tey fýra frá.
Tey fýra greiða frá at ein íleggjari úr Danmark var áhugaður at seta pengar í verkætlanina. Tey vóna eisini at føroyskir íleggjarar fara at vísa seg
Um fólk hava áhuga at frætta nærri kunnu tey skriva til okkum á: nexum.fo@gmail.com



