Í dag kl. 15 varð boðið til stóra, hugvekjandi og flotta listaframsýning í Varpinum!
Tað vóru børnini frá Barngarði Dr. Margrethu, sum sýndu fram spennandi list – Um hvussu tey síggja býin og umhvørvið kring seg.
Barnagarðarnir plaga at hava mammu-/pápadag. Men tá ið hetta ikki kundi lata seg gera, valdu tey at fara í Varpið.
So nógv fólk møttu – mammur, pápar, morstra, ommur og abbar, at Varpið var næstan ov lítið.
Í listini, sum eisini hevði frágreiðandi tekstabrot undir sær, legði tú merki til, hvussu undarliga væl børnini duga at fylgja við og síggja tað ymiska í býarmyndini, sum tey hegnisliga endurgóvu á løriftinum.
Til bar eisini at keypa list, hvørs peningur fer til Rynkeby súkklararnar.
Men herligheitin endaði uppiá í stórasalinum, har børnini gleddu seg til at syngja fyri øllum sínum kæru gestum: ”Tað er vakur í Klaksvík á kvøldi”!
Helst er her talan um eina rættiliga ”Barna-Norðoyastevnu”, sum børnini nú hava tikið stig til. Tí lagið og stemningurin var júst sum á Norðoyastevnu, sera góður.




















































