Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: Vitjan á Atlantic Fair í dag

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Sera nógv vitjandi hava verið í hallunum við Djúpumýru í dag, har Atlantic Fair hevði sín annan dag, sum messan hevur verið opin. Seinasti dagurin, og seinasti møguleikin at vitja Atlantic Fair 2024, er í morgin.

Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic fair er sera væl nøgdur við messuna í ár. Sjálvandi streykan hevur tarna okkum nakað, nakrir framsýnarar úr útlondunum settust aftur orsakað av streykuni og eisini hava helst nøkur vitjandi verið færri á framsýningini hesar báðar dagarnar. Men framsýnarar, ið eg havi tosað við siga, at teir hava havt væl av viðkomandi vitjandi. Kanska hevur tað verið so, at færri av teimum, ið bert koma at vitja uttan at hava beinleiðis ørðindi hava settst aftur orsakað av streykuni og tvørrandi møguleikum at koma til Klaksvíkar.

Sjálvur eri eg sera væl nøgdur, bæði við talið av framsýnarum og av vitjandi hópinum. Seinasti dagurin verður í mortin, og eftir tað kunnu vit fáa eina neyvari uppgerð av Atlantic Fair 2024.