Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Atlantic Fair aftur í 2026

Jóhann Lützen

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2026. Tað skrivaðu Aki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, undir sáttmála um seinnapartin.

Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at hann er sera væl nøgdur við vørumessuna í ár.

– Hóast avbjóðingar við verkfallinum, hevur messan gingið avbera væl. Vit eru eisini sera væl nøgd við, at verkfallið ikki hevur ávirkað talið av vitjandi stórvegis. Fólk hava ikki sett seg aftur, og messa hevur aftur í ár verið sera væl vitjað.