Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur á norðoyastevnu

Jákup Ósá

Sunnudagin fær KÍ vitjan av Víkingi í einum týdningarmiklum toppdysti í landskappingini.

Upprunaliga skuldi toppdysturin á norðoyastevnu verða leygarkvøldið eftir kappróðurin. Men so kom Víkingur í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið og dysturin HB-Víkingur verður mikukvøldið 29. mai og tí er dysturin KÍ-Víkingur fluttur til sunnudagin kl. 15.15, tí liðini skulu helst hava fýra dagar hvílutíð millum dystir, tá hetta ber til.

 

KÍ-Víkingur

Dysturin á norðoyastevnu er millum tvey av teimum trimum liðunum, sum kappast um FM í 2024. Víkingur og HB hava havt munin á KÍ alt kappingarárið, men fyri nøkrum vikum síðani vann KÍ á Víkingi og kom ordiliga innaftur í kappingina. Men KÍ hevur munandi verri málmun enn Víkingur, so sannlíkt er, at KÍ má enda minst eitt stig frammanfyri Víking, um liðið skal enda frammanfyri. Bæði liðini hava verið skerd síðstu vikurnar, og til dystin í Klaksvík seinast manglaðu bæði eini fýra-fimm av leikarunum, sum kunnu roknast til bestu uppstillingina, og tá hava vit ikki talt langtíðarskaðar við.

Seinast var talan um ein javnan dyst, har KÍ byrjaði illa og tóktist at hava minni orku enn Víkingur móti endanum, tó at tað var móti endanum, at KÍ skoraði uppá sítt einasta álop síðsta partin av dystinum, men leikararnir vóru eisini innskiftir, sum stóu fyri tí málinum. Men seinna part av fyrra hálvleiki og fyrra part av seinna hálvleiki var KÍ omaná og samanlagt var tað uppiborið, at KÍ vann.

Hesaferð verður talan nokk eisini um ein javnan og spennandi dyst. Seinast var KÍ kanska varnara liðið í pørtum av dystinum, og tað hava Víkingar kanska lært av, tí tað var uppá eitt mistak í uppspælinum, at KÍ vann. Tí kunnu vit vænta ein dyst við varnum liðum, tá tað fer at standa á jøvnum. Tipping: X (1-1)

 

Hinir dystirnir í 12. umfari:

B36-07 Vestur 1

Skála-ÍF 1

B68-EB/Streymur X

NSÍ-HB 2