Í dag, fríggjadagin 31. mai verður ein betri dagur í Betri Banka í Klaksvík.
Boðið til opið hús á deildini hjá Betri Banka í Klaksvík á Norðoyarstevnu, har seinnapaturin er settur av til hugna við Bassa, Vakurt, sniðgeving og málningaframsýning.
Sjálvandi verður eisini boðið til ein kaffimunn ella okkurt meira forfrískandi til børnini
Skráin er henda:
Kl. 18.00 Bassi bjóðar okkurt lekkurt til børnini uttanfyri deildina.
Kl. 18.30 kemur Heðin Askham frá Vakurt at geva góð ráð um urtagarðin.
Kl. 19.30 Katrina í Geil, sniðgevi og klædnavenjari, gevur góð ráð um, hvussu tú fært meira klædnagleði fyri pengarnar.
Kl. 18 – 21 sýna systrarnar Lív Kjølbro Skarðsá og Vár H. Kjølbro fram listaverk síni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!



