Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoyastevnan sett í fagrasta veðri

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í morgun varð boðið til setan av Norðoyastevnuni á Biskupstorginum, har hópin av fólk møtti

Veðrið var av tí fagrasta, Klaksvíkar Hornorkestur spældi treystliga við sínum føgru tónum og góðum løgum.

Føroya Banki bjóðaði ókeypis morgunmat til øll tey mongu morgunfrísku Vitus kom eisini á vitjan.

Tað er Johanna Christiansen, forkvinna í Metanarnevndini setti stevnuna – og Klaksvíkar Hornorkestur rundaði løtuna av við sínum alfagra spæli.

Torgið hevur vunnið sær rættiliga hevd til endamálið. Hetta var á fyrsta sinni royn vegna Koronu í 2020, har setanin var hildin “í frástøðu”, sum tað æt tá.

Beint eftir setanina – kl. 11.00 byrjaði so Føroya Bjór renningin, við Norðoya Sparikassa sum treysti skipaði fyri, fyri 27. ferð.

Her niðanfyri myndir frá setanini